Væleydnað Lions Cup kapping

Niels Petersen | 11/9/2018
10 billardleikarar hittust á Tvøroyri um vikuskiftið, har kappast varð í Lions Cup steypakappingini. Hetta er fyrsta kappingin av hesum slag, og er tað einstaklingakapping fyri leikarar sum hava eitt miðaltal undir 10. Sum navnið lýsir tað so væl, so er tað Lions Club Suðuroy sum stuðlar kappingini. Somikið væl eydnaðist kappingin, at allir vóru á einum máli um, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak, og allir vilja tekna seg til komandi ár. Tað er tó nakað tíðliga við tí enn, men gleðiligt er tað í øllum førum, at so væl er tikið ímóti hesum nýggja átaki, billardítróttini at frama.

Havnarmenn luttóku við trimum leikarum, og tað má sigast at ganga teimum heilt væl. Teir vunnu seg nevnuliga allir tríggir í hálvfinalurnar, har Hugin Albinus av Tvøroyri eisini hevði vunnið seg til. Byrjað var annars í tveimum bólkum á fimm leikarar, og síðani komu tveir víðari úr hvørjum bólki.

Bólk 1 vann Hans Jákup Kollsker úr HABi og Gunnleif Danielsen úr HABi bleiv næstur.
Bólk 2 vann Hugin Albinus úr TVBF og Óskar Eiriksson úr HABi bleiv næstur.

Í hálvfinalunum møttust síðani Hugin og Gunnleif, meðan Hans Jákup og Óskar hittust í hinari Her vunnu Óskar og Hugin, og teir skuldu so spæla finaluna. Bronsudystin spældu Hans Jákup og Gunnleif, og triðja pláss vann Gunnleif sær, við at sigra á liðfelaga sínum.

Lagt varð upp til eina sera spennandi finalu, tí bæði Hugin og Óskar høvdu víst gott spæl í kappingini. Men bert eini leikarin rakti góða spælið í finaluni, og tað var karismatiski havnarmaðurin, Óskar Eiriksson. Hann vann stórsigur á Hugini, sum ikki hevði ein góðan dyst, og var ómetaliga óheppin í nógvum støðum.
Onki skal tó takast frá Óskari, sum við dirvi og nærlagni stáplaði stig fyri stig á talvuna. Endaliga úrslitið bleiv 220 - 82 til Óskar, og hann kann sostatt kalla seg fyrsta vinnara av Lions Cup steypakappingini. Afturfyri innsatsin fekk hann steyp til ognar, umframt eitt ferðasteyp, sum hann sleppur at hava í varðveiðslu til kappingina komandi ár.

At enda vilja vit ynskja Óskari Erikssyni hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.